Flogfar dottið niður í Pakistan

Flogfar dottið niður í Pakistan
Enn er ógreitt, hvussu nógv ferðafólk hava latið lív
Flogfarið datt niður í eitt íbúðarøki nærindis floghavnini í Karachi
Mynd: AP  
 
22.05.2020 - 15:21

Eitt ferðafólkaflogfar hjá Pakistan International Airlines datt fyrrapartin niður í eitt íbúðarøki nærindis floghavnini í pakistanska stórbýnum, Karachi.

Tað upplýsir ein talsmaður hjá flogfelagnum sambært loftferðslumyndugleikunum í Pakistan, skrivar Reuters.

Enn er ikki greitt, hvussu nógv fólk lótu lív í flogvanlukkuni.

BBC skrivar, at 98 fólk vóru við flogfarinum, og at eitt fólk kom frá vanlukkuni við lívinum. CNN skrivar, at 107 fólk vóru við flogfarinum, og at 11 teirra komu frá vanlukkuni við lívinum.

Flogfarið, eitt Airbus A320, datt niður í einum íbúðarøki, tríggjar kilometrar í ein landnyrðing úr Jinnah International-floghavnini í Karachi.

Ein talsmaður hjá flogfelagnum sigur, at floghavnin misti sambandið við flogfarið klokkan 14:30 lokala tíð, klokkan 10:30 okkara tíð, sambært BBC.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563