Grønland letur uppaftur 15. juni

bannari
Grønland letur uppaftur 15. juni
Flúgvingin millum Grønland og Danmark byrjar aftur hvítusunnudag, 31. mai
Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi
 
25.05.2020 - 14:48

Hálvan juni fer Grønland at lata uppaftur í stigum eftir koronukreppuna.

Tað gjørdi Kim Kielsen, landsstýrisformaður, greitt á tíðindafundi í dag.

Men flúgvingin millum Grønland og Danmark byrjar longu 31. mai eftir eini avtalu, sum landsstýrið hevur gjørt við Air Greenland. Eftir avtaluni verður flúgving tríggjar dagar um vikuna.

- Tey, sum halda seg vera sjúk, sleppa ikki til Grønlands, gjørdi Kim Kielsen greitt.

600 fólk

Fyrsta stigið er at loyva 600 fólkum at koma til landið um vikuna. Øll skulu vera kannað av lækna, og kanningin má ikki vera eldri enn fimm samdøgur.

Tá fólk koma til Grønlands, skulu tey í sóttarhald í fimm samdøgur, tá tey aftur verða kannað.

Fólk. sum fara úr Grønlandi, mugu sjálvi taka ábyrgdina fyri tí,sum tey gera. Og verða fólk sjúk, mugu tey ikki koma heimaftur, segði Kim Kielsen.

Tá farið verður til næsta stig, er ætlanin, at 1200 fólk skulu kunna koma til Grønlands um vikuna, men nær tað stigið verður sett í verk, er ikki avgjørt enn, segði grønlendsku landsstýrisformaðurin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858