- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stýrisskipanin verður ikki broytt

Stýriskipanin verður ikki broytt í hesum umfarinum.
Meirilutin í grein 25 nevndini, sum hevur viðgjørt uppskotið hjá Ingilín Didriksen Strøm í Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttur í Tjóðveldi, mælir frá at samtykkja uppskotið. Umframt samgonguna er Sjálvstýri í meirilutanum.
Grein 25 nevndin hevði fimm fundir um uppskotið.
Fyrireikingararbeiði
Yvirskipað heldur meirilutin, at áðrenn komið verður í løgtingið við broytingum í einari so týdningarmiklari og prinsipiellari lóg, eigur veruligt fyrireikingararbeiði at verða gjørt, har øll politiska skipanin saman við serfrøði á økinum er umboðað.
Alt eigur at verða gjørt fyri at hava so breitt grundarlag og at finna so víðfevnda semju sum gjørligt. Uppskotið er at broyta orðið maður í stýriskipanarlógini til fólk.
Framsókn tekur undir við broytingini
Saman við Ingilín Didriksen Strøm og Hervør Pálsdóttur, sum eiga uppskotið, mælir Bjarni Kárason Petersen í Framsókn til at samtykkja tað.
Tey halda ikki, at tað er ein grundgeving fyri at fella uppskotið, at aðrar broytingar eisini skulu eisini gerast í stýriskipanarlógini.
Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla verða á løgtingsfundinum í morgin.

























