Misteinkja Stig Engström fyri Palme-morðið

Misteinkja Stig Engström fyri Palme-morðið
Løgreglan í Svøríki sigur seg hava endaliga eyðmerkt mannin, ið drap Olof Palme í 1986. Kanningararbeiðið steðgar nú
Svenska løgreglan sigur seg nú við vissu vita, hvør drap svenska forsætisráðharran, Olof Palme, 28. februar í 1986
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
10.06.2020 - 08:42

Tað var Stig Engström, ið skjeyt svenska forsætisráðharran, Olof Palme, fríggjakvøldið 28. februar í 1986. Tað upplýsti svenska løgreglan á tíðindafundi í morgun.

– Av tí at hann er deyður, ber ikki til at ákæra hann, segði høvuðsákærin, Krister Petterson, ið hevur staðið á odda fyri kanningararbeiðinum tey síðstu trý árini.

Løgreglan er nú komin so langt, sum til ber at koma í málinum, søgdu høvuðsákærin, Krister Petterson, og kanningarleiðarin, Hans Melander, á tíðindafundinum. Kanningararbeiðið steðgar tí nú.

Starvaðist nærhendis Sveavägen

Stig Engström, sum løgreglan illteinkir fyri Olof Palme-morðið, starvaðist í sonevnda Skandia-bygninginum, sum var nærhendis Sveavägen, har Palme varð myrdur.

Løgreglan sigur seg hava prógv fyri, at Engström fór frá arbeiði stutt fyri, at Olof Palme varð myrdur, men tað er tó óvist, hvønn veg, hann gekk, tá hann fór frá arbeiðinum.

Eitt vitni sigur seg hava sæð Engström tað kvøldið, Palme varð myrdur. Sjálvur tvíhelt Engström uppá, at hann ongantíð fór burtur frá arbeiðinum tað kvøldið.

Morðvápnið ongantíð funnið

Kúlur, sum vórðu funnar á staðnum, har Olof Palme varð dripin, eru kannaðar væl og virðiliga, millum annað hjá FBI í USA, men morðvápnið er ongantíð funnið.

Drápsmálið er umfatandi. Tilsamans 10.000 fólk eru avhoyrd í málinum - nøkur teirra fleiri ferðir -, og tilsamans 90.000 nøvn eru nevnd í øllum skjølunum hjá løgregluni.

Tað hava verið nógv boð uppá, hvør framdi illgerðina, tey 34 árini sum liðin eru, síðani Olof Palme varð myrdur, og kona hansara, Lisbeth Palme, varð særd. Nú er líkt til, at punktum loksins er sett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634