Vil hava greiðari uppskot um serskatt

Vil hava greiðari uppskot um serskatt
Fíggjarnevndin hevur sett Jørgeni Niclasen, landsstýrsmanni, fleiri spurningar um uppskotið at skatta vinning, tá veiðirættindi verða seld
Fíggjarnevndin í løgtinginum hevur sett landsstýrismanninum í fíggjarmálum fleiri spurningar
 
10.06.2020 - 14:46

Fyri at sleppa undan rættarmálum, hevði eitt greiðari lógaruppskot verið betri.

Tað sigur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum, sum hevur sent Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, nakrar spurningar um uppskotið um serskatt, tá vinningur fæst fyri at selja veiðirættindi.

Men Jørgen Niclasen heldur tó ikki, at vandin fyri rættarmálum er størri enn í aðrari skattalóggávu, sum líkist hesari.

Fíggjarnevndin spyr eisini, hvussu orðingin endalig avhending skal skiljast.

Allar avhendingar

Jørgen Niclasen svarar, at endalig avhending eru allar avhendingar av rættindum eftir lógini um sjófeingi, uttan avhendingar fyri eitt ár í senn.

Fíggjarnevndin sigur eisini, at vandi er fyri virkistøming fyri at sleppa undan skattinum.

Vandin er har, ásannar landsstýrismaðurin. Men hann er ikki stórur. Og Taks hevur einki ítøkiligt dømi at vísa á, sigur hann. 

Fíggjarmálaráðið dugir ikki at síggja, at henda lógin í sær sjálvum ger, at serligur vandi er fyri virkistøming, soleiðis at skilja, at eingin peningur er eftir í felagnum at gjalda skattin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672