Einki svar frá peningastovnunum um gjaldsskipanir

Einki svar frá peningastovnunum um gjaldsskipanir
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur svarað skrivligum fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni
Færri starvsfólk hava verið á Elektron, síðani gjaldsskipanirnar vórðu fluttar av landinum
 
17.06.2020 - 09:26

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið hevur spurt felagið hjá føroysku peningastovnunum, hvussu nógvar pengar, peningastovnarnir lata fara av landinum, tí teir síðani 2010 hava havt netbanka og aðrar gjaldsskipanir í Danmark. 

Svarið er ikki komið enn, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sum hevur svarað einum skrivligum fyrispurningi frá Høgna Hoydal, tingmanni.

Ein arbeiðsbólkur hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum gjørdi í 2016 eina forkanning um møguleikar fyri at taka peningastovnsskipanirnar heim aftur til Føroya. 

Einki umboð fyri peningastovnarnar var við í arbeiðsbólkinum. Og peningastovnarnir tóku heldur ikki undir við kostnaðarmetingunum ella niðurstøðunum hjá arbeiðsbólkinum.

Helgi Abrahamsen sigur eisini, at í 2010 arbeiddu 93 fólk hjá Elektron, sum tá hevði skipanirnar hjá peningastovnunum.

Nú arbeiða 69 fólk har.

Men peningastovnarnir vísa á, at flytingin til Danmarkar hevur gjørt, at fleiri kt-fólk arbeiða hjá peningastovnunum.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439