Landsstýrismaðurin góðkent sáttmálan

Landsstýrismaðurin góðkent sáttmálan
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur nú góðkent sáttmálan, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og  Starvsmannafelagið gjørdu 3. juni
 
02.07.2020 - 07:54

Landsstýrismaðurin hevur nú boðað frá nýggjum trý ára karmi, sum leggur upp fyri, at fíggjarstøðan í landinum er sum hon er, nú Korona hevur verið her.

Hesin karmur varð brúktur, tá Fíggjarmálaráðið og Lærarafelagið gjørdu sáttmála í farnu viku. Og hetta verður karmurin, tá aðrir sáttmálar skulu gerast við fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Tá hetta ikki er karmurin í sáttmálanum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið, noyðist KAF at hugsa um nýggja karmin, tá samráðingar verða aftur, sigur Jørgen Niclasen. 

KAF og Starvsmannafelagið gjørdu tvey ára sáttmála. Nýggi karmurin er trý ára sáttmálar. Lønarhækkingin í honum er tann sama sum á privata arbeiðsmarknaðinum annað og triðja árið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025