Biðja um pening til kanningar og deild

bannari
Biðja um pening til kanningar og deild
Landsstýrið biður Fíggjarnevndina hjá løgtinginum um góðar 11 milliónir krónur til koronukanningar og koronudeild á Landssjúkrahúsinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.07.2020 - 07:20

Fíggjarnevndin hevur fund um fíggjarnevndarskjølini fyrrapartin í morgin. Landsstýrismenninir í fíggjarmálum og heilsumálum hava fingið fundarboð.

Biðið verður um seks milliónir krónur til koronukanningar og góðar 5,3 milliónir krónur til koronudeild á Landssjúkrahúsinum.

Tær seks milliónirnar skulu brúkast til at kanna ferðafólk, sum koma til Føroya eftir 10. juli. Ætlanin var, at fólk skuldu sjálvi gjalda fyri hesar kanningarnar, men landið hevur ikki heimild til at krevja tað.

5,3 milliónir til fyibils koronudeild

Ein meting er, at okkurt um 5.000 fólk koma til Føroya um vikuna. Tað kostar seks milliónir krónur í kanningum í tríggjar vikur.

Higartil eru játtaðar fýra milliónir til tær kanningar, sum hava verið síðani 27. juni. Børn yngri enn 12 ár sleppa undan at lata seg kanna. 

Søkt verður eisini um fimm milliónir og 324.000 krónur til at skipa eina fyribils COVID-19 deild á Landssjúkrahúsinum.

Hóast flestu deildir í Sjúkrahúsverkinum nú í stóran mun eru farnar aftur í vanliga tilbúgvingarstøðu, verður mett at vera neyðugt at hava eina deild tøka til at hýsa møguligum koronusjúklingum, stendur í fíggjarnevndarskjalinum. 

Vanliga virksemið í rættlag aftur

Í fíggjarnevndarskjalinum stendur eisini, at við at fáa eina koronudeild burturav, kemur vanliga virksemið í Landssjúkrahúsinum nærum í rættlag aftur.

Koronusjúklingar eiga at verða avbyrgdir. Hildið verður, at sera sannlíkt er, at koronusmittan kemur aftur í heyst, tá influensan kemur, stendur í fíggjarnevndarskjalinum. 

Skal koronudeildin halda fram næsta ár, kostar hon 900.000 krónur um mánaðin. Koronudeildin skal vera í lonum uttan fyri Landssjúkrahúsið.

Fyribilslonir kunnu setast upp

Sjúkrahúsverkið hevur fingið eitt tilboð frá Landsverki um, at lonir kunnu setast niðan fyri Landssjúkrahúsið fyri 1,7 milliónir krónur. Koronudeildin kann byrja 1. september.

Serfrøðingarnir leggja dent á, at deildin verður so tætt sum møguligt við intensivu deild, so koronusjúklingar sum skjótast kunnu flytast hagar, gerst tað neyðugt.

Í fyrstu atløgu vera fimm sengur í COVID-19 deildini á Landssjúkrahúsinum, men verður brúk fyri tí, kunnu fimm songjarpláss gerast afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985