Lógarbroyting skal tryggja størri lánsheimild

Lógarbroyting skal tryggja størri lánsheimild
Føroya arbeiðsgevarafelag hevur ikki stórvegis viðmerkingar um ætlanina hjá landsstýrinum um at broyta lógina um Húsalánsgrunnin
 
10.08.2020 - 15:46

Lógarbroytingin loyvir Húsalánsgrunninum at læna 400 milliónir krónur afturat teirri heimild, grunnurin longu hevur. Hon er 250 milliónir krónur.

Arbeiðsgevarafelagið fegnast um, at landsstýrið ætlar at lata somu treytir galda fyri almenna bygging hjá Bústøðum og privata bygging, so kappingin verður á jøvnum føti.

Vilja hava javnbjóðis treytir

Arbeiðsgevarafelagið heldur tað vera umráðandi, at javnbjóðis treytir verða settar almennum og privatum byggi- og útleiguvirksemi.

Javnbjóðis treytir eru millum annað eitt krav um avkast, tá Bústaðir leiga, siga arbeiðsgevararnir.

Arbeiðsgevarar hava einki ímóti, at landið stovnar eina ráðgeving um alternativar byggihættir og fíggingarhættir. Men ráðgevingin skal ikki vera slík, sum privatar fyritøkur longu veita.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025