Eingin bygningur varð seldur

Eingin bygningur varð seldur
Landið eigur 185 bygningar, sum eru tilsamans 240.000 fermetrar
Eingin almennur bygningur varð seldur í fjør, men í ár verður roknað við at selja bygningar fyri fimm millionir kr.
 
17.08.2020 - 09:11

Landsstýrið væntaði at selja almennar bygningar fyri 25 mió. kr. í fjør.

Men selt varð ikki fyri eina krónu í fjør. So fíggjarlógin minkaði 25 milliónir krónur.

Orsøkin til, at eingin bygningur varð seldur í fjør, er tann, at einki stjórnarráð boðaði Landsverki frá, at bygningur var til sølu. Landið eigur 185 bygningar, svarandi til 240.000 fermetrar í vídd.

Rokna við fimm mió. í ár

Tey fimm árini frá 2014 til 2018 seldi landið bygningar fyri 6,8 mió. kr. í miðal um árið. Í ár er roknað við fimm milliónum í fíggjarlógini fyri seldar bygningar.

Hetta heldur Fíggjarmálaráðið vera  "veruleikakent".

Løgtingsgrannskoðarnarnir hava fyrr víst á, at sølujáttanin í fíggjarlógini skal vera  "veruleikakend", sum teir kalla tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028