- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sethúsaprísirnir uttan fyri Havnina hækka
Prísirnir á sethúsum hækkaðu fleiri staðni í landinum fyrra hálvár, hóast Covid-19 kundi væntast at ávirka bjartskygnið hjá húsarhaldunum.
Serliga eru sethús uttan fyri Havnina seld fyri hægri prís fyrra hálvár í ár, samanborið við meðalprísin í fjør, upplýsir Landsbankin í tíðindaskrivi.
Fyrra hálvár hækkaðu prísirnir meir enn 10% í størru bygdunum og um 30% í smærri bygdunum og í Sandoynni og Suðuroynni, samanborið við meðalprísin í fjør. Í smáu bygdunum og í Sandoynni og Suðuroynni eru tó lutfalsliga fáar sølur, og tí skal lítið til fyri at ein einstøk søla dregur meðalprísin uppeftir.
Lækkaðu í miðstaðarøkinum
Í miðstaðarøkinum lækkaðu sethúsaprísirnir í fyrsta ársfjórðingi, og færri hús vórðu seld.
Í Havnini vóru prísirnir í 1. og 2. ársfjórðingi 20% lægri, enn í sama tíðarskeiði í fjør. Í øðrum ársfjórðingi lagaðu prísirnir seg tó aftur, og seinastu metingarnar vísa, at meðalprísurin nú nærkast 3,2 mió. kr. í Havnini.
Tey dýrastu 5% av húsunum, ið eru seld í Havnini hetta fyrsta hálvárið, eru farin fyri meira enn 4 mió. kr.
Prísurin er hækkaður nógv í Havn seinastu árini, og í fjør hækkaði prísurin 25 prosent, samanborið við árið fyri.
Meðalprísurin fyri íbúðir í Havnini er hækkaður 400.000 krónur fyrra hálvár, samanborið við í fjør. Tá var meðalprísurin um tvær milliónir kr. Fermetraprísurin fyri íbúðir í miðstaðarøkinum er nú 28.000 kr.
Ikki so meint rakt
Landsbankin heldur, at sum heild tykjast húsarhaldini ikki at vera so meint rakt fíggjarliga av koronusjúkuni. Tað kemur millum annað av, at inntøkugrundarlagið hjá fólki, ið hava verið heima, er tryggjað av almennum hjálparpakkum og við stuðuli frá bankunum, ið hava boðið sínum viðskiftafólki avdráttarskáa.
Tað ger, at keypiorkan ikki broyttist fyrra hálvár. Tað samsvarar eisini við seinastu brúkarakanningina hjá Hagstovuni, ið vísir, at húsarhaldini ikki meta sína egnu fíggjarstøðu fara at versna, hóast útlitini fyri samlaða búskapin síggja verri út í treystikanningini hjá Hagstovuni, skrivar Landsbankin.