ALS: Útgjaldið hækkar og inngjaldið lækkar

ALS: Útgjaldið hækkar og inngjaldið lækkar
Landsstýrið ætlar, at útgaldið hækkar úr 17.500 krónum upp í 18.500 krónur um mánaðin. Inngjaldið lækkar niður í eitt prosent
Eginognin í Als var 910 milliónir kr. í fjør
 
25.09.2020 - 08:30

Útgjaldið hjá Als hækkar og inngjaldið lækkar.

Eitt uppskot um tað er á veg í løgtingið.

Landsstýrið ætlar, at útgaldið hækkar úr 17.500 krónum upp í 18.500 krónur um mánaðin. Útgjaldsprosentið hækkar úr 75 upp í 80.

Og inngjaldið skal lækka úr 1,25 prosentum, sum tað hevur verið síðani 2012, niður í eitt prosent. Tað verður gjørt við kunngerð.

Ætlanin er eisini at broyta lógina um Als, so Als er í samsvari við norðurlendska sáttmálan um almannatrygd.

Stýrið biðið um broytingina

Stýrið fyri Als hevur biðið um, at útgjaldið hækkar og inngjaldið lækkar.

Við árslok í fjør var eginognin hjá Als 910 mió. kr.

Mett verður, at lækkaða inngjaldið fer at gera, at Als, sum í ár fær 255 mió. kr., fær 200 milliónir næsta ár.

Og skotið er upp at leggja kærunevndirnar hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini saman í eina kærunevnd.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523