Nú byrjar semingsroyndin. Langt millum partarnar

Nú byrjar semingsroyndin. Langt millum partarnar
Mánadagin klokkan tíggju byrjar semingsroyndin í sáttmálatrætuni millum Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum
Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen manna Semingsstovnin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
26.09.2020 - 11:23

Mánadagin klokkan tíggju byrjar semingsroyndin í sáttmálatrætuni millum Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum.

Semingsroyndin verður á hotel Føroyum.

Semingsstovnurin varð boðsendur fyri góðari viku síðani, tí Fíggjarmálaráðið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum kundu ikki finna semju um nýggjan sáttmála.

Semingsmenninir hava nú í vikuni havt fundir við partarnar hvør sær. 

Seinnapartin í gjár var fundur við sjúkrarøktarfrøðingarnar, og eftir tann fundin tók Semingsstovnurin samanum.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur at langt er millum partarnar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860