Dávur triðja dag á rað

Dávur triðja dag á rað
Dávur Magnussen vann FM í landavegarkoyringina og sostatt allar tríggjar kappingarnar í føroyameistaraheitinum í súkkling
Í hæddini: Dávur Magnussen var fyrstur um málið á Eiðisskarði
Mynd: TSF:FO  
 
27.09.2020 - 14:54

Dávur Magnussen skúgvaði mótstøðuna til viks, tá hann í gjár vann landavegarkoyringina í FM í súkkling. Sostatt vann hann allar tríggjar kappingarnar - býarsúkkling, einkultstart og landavegarsúkkling - sum hava verið súkklaðar seinastu dagarnar.

Stóð ímillum Dáva og Helga

Sum so ofta fyrr, stóð kappingin millum teir báðar, Helga Winther Olsen og Dáva Magnussen. Teir settu ferð á beinanvegin úr Havn, og tá súkklað var niðan móti Norðskálatunlinum slitnaði millum favorittarnar og Jákup Petur Eliassen og Hilmar Hansen. 

Avgerðin fall 

Málið var uppi á Eiðisskarði, og tískil skuldi alt avgerast í mótbrekkuni úr Funningi. Teir báðir skiftust um at trýsta hvønn annan gjøgnum svingini niðaneftir, men beint eftir at funningsleiðin møtti gjáarleiðini, fór Dávur Magnussen frá Helga Winther Olsen og kom einsamallur á mál og vann sína triðu kapping upp á eins nógvar dagar.

Elsa Berg vann hjá kvinnum

Elsa Berg var eins einaráðandi hjá kvinnunum, sum Dávur Magnussen var hjá monnum, men hon hevði hinvegin bert Rigmor Rasmussen at kappast ímóti. Elsa Berg vann allar tríggjar kappingarnar.

 - Vit hava verið fleiri luttakarar til súkklukappingar í Føroyum áður, men tá hava vit havt vitjan av dønum og íslendingum. Hetta er metluttøka við føroyskum súkklarum, og tað er at frøðast um, segði Geyr Gilsteinsson, yvirdómari, eftir kappingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
207772
Hósdag 30. apríl
Breddin: Arbeiðarafeløgini og 1. mai
207756
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572