Klæmint fekk mál nummar 200 í tryggum NSÍ-sigri

Klæmint fekk mál nummar 200 í tryggum NSÍ-sigri
Klæmint A. Olsen kom upp á 200 mál í bestu føroysku fótbóltsdeildini, tá hann skoraði til 3-1 og 4-1 í tryggum sigri á grannanum av Skála
2x100: Klæmint A. Olsen hevur nú skotið heili 200 mál
Mynd: NSÍ á Facebook  
 
27.09.2020 - 17:12

Stórskjúttin hjá NSÍ, og farligasti framherji í føroyskum fótbólti, Klæmint A. Olsen skeyt í dag sítt mál nummar 200 í bestu føroysku deildini.

Tað gjørdi hann, tá hann skoraði til 4-1 í yvirtíðini í grannauppgerðini móti Skála í Runavík. Tað gjørdist eisini endaliga úrslitið í dystinum, og nú er NSÍ bert eitt stig aftanfyri KÍ. Runavíkingar hava tó spælt ein dyst meir. 

Víkingur avgjørdi tíðliga

Í Trongisvági var dysturin ikki meir enn byrjaður, tá Víkingur hevði avgjørt. Tríggir minuttir vóru spældir, tá Bogi Reinert Petersen legði gestirnar framum, og tríggjar minuttir seinni økti Ari Olsen til endaliga úrslitið, 2-0.

Bárður javnaði við perlu

ÍF tók ímóti EB/Streymi, og Hans Jákup Lervig legði heimaliðið framum beint fyri steðgin. Leingi sá út til, at ÍF skuldi fara við øllum, men Bárður Olsen vildi tað øðrvísi. Tá tríggir minuttir vóru eftir at spæla, skeyt royndi miðvallarin fríspark beinleiðis í málið, og so endaði tað í staðin við javnleiki.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136