Havnarborgarar hava størstu inntøkuna

Havnarborgarar hava størstu inntøkuna
Lægsta miðinntøkan er í Húsavíkar kommunu, vísa tøl hjá Hagstovuni
Miðinntøkan hjá borgarum í Tórshavnar kommunu er 199.000 kr., tá skattur og avgjøld eru goldin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.10.2020 - 14:08

Borgarar í høvuðsstaðarkommuni hava ta størstu inntøkuna í landinum.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Tøka miðinntøkan hjá borgarum í Tórshavnar kommunu er góðar 199.000 krónur um árið, eftir skatt og avgjøld.

Hetta eru 15.000 krónur meira enn miðinntøkan fyri alt landið, sum er góðar 184.000 krónur.

Á øðrum plássi liggja borgarar í Kunoyar kommunu, og borgarar í Eysturkommunu hava triðstørstu inntøkuna.

Minst í Húsavík

Tann lægsta miðinntøkan er í Húsavíkar kommunu. Hon er góðar 134.000 krónur um árið.

Hetta eru neyvt 50.000 krónur minni enn miðinntøkan fyri allar Føroyar.

11 av teimum 12 kommunum við lægstu miðinntøkuni eru kommunur í suðurøkinum, Sandoynni og í Suðuroynni.

Tvøroyrar kommuna er tann kommunan í suðurøkinum, sum hevur størstu miðinntøkuna. Hon liggur á 14. plássi, og har er miðinntøkan 173.000 krónur, góðar 10.000 krónur minni enn miðinntøkan fyri alt landið.

Hagstovan sigur, at uppgerðin er gjørd eftir miðinntøkuni, og ikki miðalinntøkuni, tí miðalinntøkan kann ávirkast nógv av inntøkuni hjá fáum einstaklingum, serliga í smáum kommunum.

Tølini eru gjørd við støði í inntøkunum í 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454