Kambur til Vestmannar

Kambur til Vestmannar
Vestmenningar hava keypt frystilínuskipið Kamb
 
17.10.2020 - 13:17

Frystilínuskipið Kambur skiftir navn og heimstað í dag. 

Kambur skal framyvir eita Vesturhavið. Og framyvir fer heimastaður at vera í Vestmanna heldur enn á Strondum.

Tað er partafelagið HKO við Háldani Haldansen, sum hevur keypt skipið.

Felagið, M&S Strendur, sum átti Kamb, keypti herfyri frystilínuskipið Østerfjørd úr Norra.

Tí seldu teir Kamb.

Nýggja Vesturhavið er bygt í Norra í 1987.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Bob Dylan 85 ár - 4. sending
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050