Onnur hava undirskot, Icelandair hevur yvirskot

Onnur hava undirskot, Icelandair hevur yvirskot
Íslendska flogfelagið, Icelandair, er helst einsta flogfelag í heiminum, sum kundi vísa á eitt yvirskot í triðja fjórðingsári
 
28.10.2020 - 07:47

Úrslitið hjá felagnum ar 38,2 milliónir dollarar, eftir skatt, skrivar norski miðilin, E24. Orsøkin var kortini ikki, at felagið hevði nógvan flutning í tíðarskeiðinum.

Ein partur av yviorskotinum stavaði frá einum skattavinningi sum var góðar 20 milliónir dollarar. Í august gjørdi Icelandair avtalu við Boeing, um endurgjald fyri Max-flogførini, sum ikki hava flogið síðani í mars í fjør.

Í triðja fjórðingsári inntøkuførdi Icelandair 36 milliónir dollara frá tí avtaluni. Hevði Icelandair ikki fingið avtaluna í lag við Boeing, so hevði felagið havt hall í triðja ársfjórðingi.

Útreiðslurnar skornar inn á bein

Ætlanin var, at Icelandair skuldi inntøkuføra allar pengarnar frá Boeing í triðja ársfjórðingi, men tað valdi felagið ikki at gera. Ístaðin ætlar felagið at nýta pengarnar til trý nýggj flogfør frá Boeing av slagnum Max.

Hóast úrslitið er gott, so stendur á, og felagið hevur skorið útreiðslurnar inn á bein. Tað fer vónandi at gera, at felagið fer at klára seg næsta ár og inn í 2022, sigur stjórin í Icelandair, Bogi Nils Bogason við E24.

Í triðja ársfjórðingi flutti Icelandair 90 prosent færri ferðafólk enn somu tíð í fjør, og inntøkurnar minkaðu við 81 prosentum. Undir kreppuni er farmurin vaksin nógv, og tað fegnast stjórin um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776