Verkfallið rakar nú eisini kommunulæknavaktina

Verkfallið rakar nú eisini kommunulæknavaktina
Sjúkrarøktarfrøðingar á kommunulæknavaktini á Landssjúkrahúsinum fara í verkfall fríggjadagin
 
28.10.2020 - 16:27

Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum rakar nú eisini kommunulæknavaktina á Landssjúkrahúsinum.

Tað boðar felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum frá í dag. Sjúkrarøktarfrøðingarnir á kommunulæknavaktini fara í verkfall fríggjadagin klokkan 16.

Í morgin klokkan 15 herðir felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum verkfallið á Landssjúkrahúsinum, tað er fyri sjúkrarøktarfrøðingar á seingjardeildini á A3 og á dagskurð.

Verkfallið rakar eisini seingjardeildina á Suðuroyar sjúkrahúsi í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479