Grava út fyri fyrstu lutaíbúðunum í Vági

Grava út fyri fyrstu lutaíbúðunum í Vági
Íbúðirnar eru 80 og 90 fermetrar, og hava ávikavist tvey og trý kømur
Nú er farið at gravaut fyri fyrstu lutaíbúðunum í Vági
Mynd: Vágs kommuna  
 
25.11.2020 - 11:08

Gongd er komin á útgrevsturin í fyrsta byggistigi í Mýrunum í Vági, har seks lutaíbúðir verða bygdar.

Tað skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.

Vágs kommuna, Bústaðir, Betri Banki og Norcon samstarva um byggingina.

Tvær støddir

Íbúðirnar eru 80 og 90 fermetrar, og hava ávikavist tvey og trý kømur. Innskotið er 310.000 kr. fyri 80 fermetrar og 350.000 kr. fyri 90 fermetrar.

Húsaleigan, sum eisini fevnir um streym og hita, viðlíkahald, trygging og annað, er 5.400 og 6.100 kr. um mánaðin, alt eftir støddini á íbúðini.

Ætlanin er, at seinna byggistigið verður á Stórheyggi. Tað byrjar eftir ársskiftið, um áhugi er fyri tí.
 

Soleiðis fara lutaíbúðirnar at síggja út, tá tær eru lidnar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439