CPR ger seg ikki inn á lógina um fólkayvirlit

CPR ger seg ikki inn á lógina um fólkayvirlit
Løgtingsskrivstovan hevur gjørt upprit í málinum. Tjóðveldi vil hava løgmann at taka uppskotið um CPR-tal aftur
Samgonguflokkarnir og Javnaðarflokkurin taka undir við uppskotinum um CPR-tal, men Tjóðveldi vil hava løgmann at taka uppskotið aftur
 
09.12.2020 - 11:17

Lógin um CPR-skránna í Føroyum ger seg ikki inn á yvirtiknu lógina um fólkayvirlit.

Lógin um CPR-skránna er donsk.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, hevur biðið Løgtingsskrivstovuna um eitt løgfrøðiligt upprit um uppskotið um at geva føroyingum, sum búgva í Føroyum, møguleika at fáa CPR-tal.

Meirilutin í Rættarnevndini, umboðini hjá samgonguni og Javnaðarflokkinum, tekur undir við uppskotinum hjá løgmanni um CPR.

Tað verður lættari hjá føroyskum sjúklingum, sum fara til Danmarkar at fáa viðgerð, um teir hava CPR-tal, sigur landsstýrið. 

Minnilutin í Rættarnevndini, Tjóðveldi, tekur ikki undir við uppskotinum og biður løgmann taka uppskotið aftur.

Verður uppskotið, sum er eitt ríkislógartilmæli, samtykt, verður latið upp fyri, at fólkatingið lóggevur um yvirtikin málsøki, sigur Tjóðveldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053