Heilsutrygd skal góðkenna viðgerðarstovnar

Heilsutrygd skal góðkenna viðgerðarstovnar
Stovnarnir fingu eitt ár aftrat at biðja um góðkenning. Umsóknirnar koma stutt fyri nýggjár
Blákrossheimið er ein av viðgerðarstovnunum í landinum
 
11.01.2021 - 12:55

Tilgongdin at góðkenna viðgerðarstovnarnar hevur verið drúgv. Móti sumri í 2019 kom ein nýggj lóg, sum skipar virksemið á stovnum, ið veita rúsviðgerð.

Tá í 2019 varð - við lóg - ásett, at frá 1.januar í fjør kann viðgerð fyri bundni av rúsdrekka ella rúsevnum bara vera á góðkendum viðgerðarstovni.

Men viðgerðarstovnarnir fingu tó skotbrá í eitt ár afturat at søkja um góðkenning. 

Umsóknirnar komu inn stutt fyri nýggjár, sigur Egil á Bø, stjóri á Heilsutrygd, sum nú skal góðkenna og hava eftirlit við viðgerðarstovnunum.

Fimm atlit

Lógin um viðgerðarstovnar skal tryggja, at tilboðið eftir einari heildarmeting hevur neyðugu dygdina. Fimm atlit skulu takast, tá mett verður um dygdina í tilboðnum:

1)   Málbólkur, háttalag og úrslit.
2)   Bygnaður og leiðsla.
3)   Fakligar førleikar.
4)   Fíggjarviðurskifti og virksemisviðurskifti.
5)   Hølisviðurskifti.

Eisini verður kravt, at starvsfólkabólkurin á einum viðgerðarstovni samanlagt skal hava viðkomandi útbúgvingar, dagførda vitan um og royndir við rúsdrekkaviðgerð og rúsevnaviðgerð.

Viðgerðarstarvsfólk skulu hava eina útbúgving sum rúsdrekkaviðgeri ella rúsevnaviðgeri, ið er góðkend í Íslandi, Noregi, Bretlandi ella einum ES-landi.

Eisini skal ein viðgerðarstovnur hava skrivligar reglur fyri viðgerðarháttunum, ið verða nýttir til teir einstøku málbólkarnar. Og ein serstøk viðgerðarætlan skal gerast fyri hvønn einstakan persón, ið verður innskrivaður á viðgerðarstovn.

Viðgerðarstovnarnir skulu hava avtalu við lækna um at veita heilsufakligar tænastur við innskriving, uppihald og rúsviðgerð.

Og so skal viðgerðarstovnurin hava avtalu við løggildan sálarfrøðing.

Faklig hjálp úr Danmark

Sambært Egili á Bø fer Heilsutrygd at leita sær fakliga hjálp úr Danmark, nú viðgerðarstovnarnir skulu góðkennast.

Hann dugir ikki at siga enn, nær umsóknirnar verða avgreiddar.

Lógin um viðgerðarstovnar ásetir eisini, at Landslæknin hevur eftirlit við heilsufakliga virkseminum á viðgerðarstovnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533