Meira tilfar til børn í Føroyum

Meira tilfar til børn í Føroyum
Kringvarp Føroya hevur seinastu tíðina verið í samráðingum um rættindi til fleiri sendingar til børn
 
14.01.2021 - 11:51

Eitt av málunum, sum Kringvarpið hevur sett sær fyri, er at útvega rættindi til fjølbroytt barnatilfar. Tað hevur verið arbeitt miðvíst við at fáa avtalur í lag við framleiðarar úti í heimi, so Kringvarpið fær rættindi at týða og leggja føroyskar røddir til barnarøðir.    

Kringvarpið hevur keypt rættindini til Peppa Pig, P.J.Masks, Fireman Sam, Sarah & Duck, STOPP og Mouk. Harumframt er fingin í lag avtala um allar søgurnar eftir Astrid Lindgren, soleiðis at eitt nú Pippi, Brøðurnir Leyvuhjarta, Emil í Lønnebergi og aðrar røðir kunnu vísast í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Kringvarpið hevur eisini gjørt avtalu um stórfingnan jólakalendara, Stjørnudust, at senda til jóla.  

Kringvarpið er í innleiðandi samráðingum um aðrar vælumtóktar barnarøðir, men nú verður arbeitt við at týða alt tilfarið og fáa tað føroyskað. Hetta tekur tíð, men seinni í ár verður klárt at vísa.    

- Stóru altjóða stroymingtænasturnar seta av álvara føroysku mentanina undir trýst, og tí er av stórum týdningi, at føroysk børn hoyra føroyskt mál. Tað er okkara uppgáva sum stovnur, at børnini fáa gott og fjølbroytt barnatilfar á føroyskum, og ta uppgávuna taka vit í álvara, sigur Ivan Hentze Niclasen, stjóri.    

- Føroysk børn mugu síggja tað, sum tey síggja á altjóða rásum og stroymingtænastum á føroyskum. Royndirnar vísa, at hóast hetta er tíðarkrevjandi og kostnaðarmikið, so ber tað til, hóast  Kringvarpið er ein lítil  stovnur og Føroyar eitt lítið land, sigur Kári Sólstein, leiðari á Mentan.   

Umframt útlendskar røðir verður eisini farið í gongd aftur við at framleiða vælumtóktu barnasendingina ‘Sakin’, og barnarøðin ‘Hví eru vit her?’ við Ævintýraferðini verður liðug seinni í ár. Ætlanin er eisini at fáa sett í gongd aðrar føroyskar barnasendingar í 2021.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
Norðurljóð 2.november 2026
215022
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711