Eingin dómsmaður tilnevndur

Eingin dómsmaður tilnevndur
Neyðugt varð at útseta eitt mál um endurgjald, tí nýggja rættargangslógin sigur, at tveir dómsmenn skuku vera við í slíkari viðgerð
Neyðugt varð at útseta eitt mál í rættinum, tí dómsmenninir eru ikki tilnevndir
 
19.01.2021 - 12:55

Eitt mál um endurgjald fyri at vera í varðhaldi hjá politinum skuldi viðgerast í Føroya rætti í gjár.

Men tað bleiv útsett, tí nýggja rættargangslógin, sum kom í gildi á nýggjárinum, sigur, at tveir dómsmenn skulu við vera í slíkari viðgerð.

Teir vóru ikki tilnevndir til rættarfundin í gjár, so fundurin varð útsettur. Kravið um endurgjald er 10.000 krónur.

Ein dag í varðhaldi

Maðurin var ein dag í varðhaldi hjá politinum, skuldsettur fyri drápsroynd fyrst í mai 2017.

Men í grundlógaravhoyringini varð maðurin latin leysur, tí rætturin helt ikki, at grundaður illgruni var um skuldsetingina.

Vanliga endurgjaldið er 5.000 krónur fyri fyrsta dagin í varðhaldi, men tá skuldsetingin er so grov sum drápsroynd verður endurgjaldið tvífaldað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028