Nýggja kommunustýrisskipanin endaliga samtykt

Nýggja kommunustýrisskipanin endaliga samtykt
12 atkvøddu fyri og ein atkvøða var blonk, tá nýggja kommunustýrisskipanin hjá Tórshavnar kommunu varð samtykt í gjárkvøldið
 
29.01.2021 - 06:44

Nýggja kommunustýrisskipanin hjá Tórshavnar kommunu er nú endaliga samtykt. Tað hendi á býráðsfundinum í Havn í gjárkvøldið.

12 atkvøddu fyri og ein atkvøða var blonk, tann hjá Ruth Vang í Framsókn. Tá fyrra viðgerðin var 14. januar, atkvøddu øll fyri.

Meirilutin átti uppskotið

Uppskotið átti meirilutin í býráðnum, sum nú er Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin. Eldranevndin fær nýtt navn og skal eita Heilsu- og eldranevndin.

Skúlaøkið verður flutt frá Mentamálanevndini til Trivnaðarnevndina. Vinnunevndin verður nýggj nevnd undir Fíggjarnevndini, og føst Havnarnevnd kemur í staðin fyri Vinnunevndina.

Kommunustýrisskipanin fyri Tórshavnar kommunu er frá 2001. Hon varð seinast broytt í 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360