Grønlendska ferðavinnan hjálp

Grønlendska ferðavinnan hjálp
Ferðavinnan í landinum fær nú tríggjar hjálparpakkar frá sjálvstýrinum
 
05.02.2021 - 07:59

Landsstýrið væntar, at hjálparpakkarnir fara at kosta 45 milliónir krónur. Ein hjálparpakki er til bráðfeingishjálp, hann er nógv tann størsti, 35 milliónir krónur.

Tríggjar milliónir fara til tað, sum eitur aktivitetspakken, og sjey milliónir til ein arbeiðsmarknaðarpakka, skrivar KNR.

Hjálparpakkarnir skulu, sambært uppskotinum hjá landsstýrinum, vara til 30.juni í ár. Ferðavinnan í Grønlandi fekk eisini hjálparpakkar í fjør vár. Men teir fóru úr gildi á nýggjárinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114