Siv Jensen fer frá sum forkvinna

Siv Jensen fer frá sum forkvinna
Síðani Framburðsflokkurin fór ú norsku stjórnini í fjør, er undirtøkan hjá flokkinum nógv minkað
Siv Jensen leggur frá sær sum forkvinna í Framburðsflokkinum á landsfundinum í mai
 
19.02.2021 - 08:49

Forkvinnan í norska Framburðsflokkinum, Siv Jensen, hevur boðað frá, at hon leggur frá sær sum forkvinna í flokkinum á landsfundinum í mai.

Siv Jensen mælir til at velja Sylvi Listhaug sum forkvinnu í flokkinum, og Ketil Solvik-Olsen sum næstformann.

Framburðsflokkurin var eitt skifti í norsku stjórnini, og Siv Jensen var fíggjarmálaráðharri frá 2013 til 2020, tá flokkurin valdi at fara úr stjórnini í andstøðu.

Síðani Framburðsflokkurin fór úr samgonguni, hevur støðugt gingið aftur á hondina, og í seinastu meiningakanningini, fekk flokkurin bara sjey prosent av atkvøðunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723