Størsta gávan er sonurin

Størsta gávan er sonurin
- Fólk hugsa ofta, at lívið endar, tá ið man fær barn ungur. Men eg føli, at mítt lív akkurát er byrjað.
 
25.02.2021 - 13:45

Anna Karolina Stórustovu er 20 ára gomul og býr í Hoyvík. Í august 2019 bleiv hon við barn og á sumri 2020 føddi hon ein frískan son.

 

Tað at blíva ung mamma í Føroyum hevur ikki altíð verið lætt, men fyri Anna Karolinu var hetta størsta gávan, sum hon hevur fingið.

 

Hvussu var tað at avdúka, at tú vart við barn?
- Tað var ikki planlagt, at eg skuldi blíva við barn. At avdúka tað var tí heldur ikki einfalt. 

 

Eg var eitt sindur bangin. Eg hugsaði nógv um, hvat fólk fóru at halda. Eg var bara 19 ár, tá ið eg bleiv við barn, so summi vildu sagt, at mítt lív "akkurát" var byrjað. 

 

Eg hugsaði eisini, at fólk fóru at halda meg vera býtta, tí eg ikki hevði hugsað meg betur um. 

 


Hugsaði tú nakrantíð, at tað fór at verða ein ov stór uppgáva?
- Ja, tað hugsaði eg leingi og ofta, men eg vandi meg við tankan um at vera við barn og gerast mamma. 

 

Tá ið eg byrjaði at føla lív og spark gekk tað veruliga upp fyri mær. Tað bleiv tí ein náttúrligur tanki, og eg sá tað brádliga sum eina gávu. 

 

Eg føldi viðhvørt, at fólk hugdu, og onkur snakkaði.

 

 

Var tað trupult hjá tær at fortelja, at tú skuldi verða mamma?
- Eg hevði blandaðar kenslur. Sjeikurin og vermamman vóru heima, tá eg fann útav tí, og tí fingu tey tað at vita beinanvegin. 

 

Eg fortaldi mínum foreldrum tað eina viku eftir, at eg fann útav tí. Mínir nervar vóru í hásæti, tá ið eg skuldi fortelja teimum tað, men tey tóku tað ikki illa upp. 

 

Viðhvørt merkti eg, at onkur hugdi dømandi eftir mær, men tey flestu vóru glað og spent mína vegna. 

 

Hóast tað var eitt sindur trupult at fortelja umheiminum tað, so ræddist eg mest at siga tað við míni foreldur. Eg var bangin fyri, at tey vóru skuffað av mær. 

 


Hvat segði familjan hjá tær?
- Vermamma mín ynskti mær til lukku. Míni foreldur høvdu mistanka um, at eg var við barn, so tey vóru onkursvegna fyrireikað upp á tíðindini. Tey søgdu, at hesa uppgávu skuldu vit nokk klára saman. 

 

Tey høvdu mistanka, tí eg segði við tey, at eg varð noydd at práta við tey um nakað alvorligt. Tey hava eisini altíð vitað, at eg havi havt eitt ynski um at blíva ung mamma. 

 

Eg kann alt tað, eg vil. Tað ræður bara um at raðfesta og planleggja væl.

 

Hvat søgdu vinirnir hjá tær?
- Tey flestu av mínum vinfólki vóru glað mína vegna. Tey vóru tó eisini ovfarin, hóast tey ofta hava sagt við meg, at tey væntaðu, at eg fór at gerast ung mamma.

 

Og tað stuttligasta av øllum er, at rætt høvdu tey. 

 


Føldi tú, at tað vóru nógv, sum høvdu fordómar um teg?
- Nei, ikki meir enn eitt vist. Eg føldi viðhvørt, at fólk hugdu, og onkur snakkaði, men tað var ikki nakað, sum fekk meg at føla meg "skeiva". 

 

Eg hugsaði ikki, at fólk snakkaðu nógv um meg og mína støðu, men tað hava tey uttan iva gjørt. Eg hoyrdi tó einki neiligt og føldi tí ikki, at fólk høvdu fordómar. 

 


Føldi tú nakrantíð, at tað var ein forðing at blíva ung mamma?
- Nei, tað gjørdi eg ongantíð. Eg royndi at vera jalig og hugsa, hvussu eg kundi skapa mær eina framtíð og fáa mær útbúgving. 

 

Eg var ung, og tað eri eg enn, so tankin um at blíva útlærd sum okkurt fylgdi mær sjálvandi. Eg føli, at eg havi somu møguleikar sum øll onnur. 

 


Eru fyrimunir við at gerast mamma á ungum aldri?
- Ja, tað haldi eg uttan iva. Tú hevur meira yvirskot og orkar betur. Ein annar fyrimunur er eisini, at tú skilur barnið á ein øðrvísi hátt. 

 

Mamma mín var t.d. 38 ár, tá ið hon fekk meg, og eg havi ikki altíð følt, at hon skilir, hvat eg sum ung eri farin ígjøgnum. Hetta kemur nokk eisini av tí, at tíðirnar eru so nógv broyttar.
  

 

Upplivir tú nakrantíð neiligar viðmerkingar?
- Nei, tað geri eg ikki. Eg kann alt tað, eg vil. Tað ræður bara um at raðfesta og planleggja væl. 

 

Fólk hugsa ofta, at lívið endar, tá ið man fær barn ungur. Men eg føli, at mítt lív akkurát er byrjað. 

 

Eg hevði nógvar spurningar og ivaðist ofta í mær sjálvari.

 

 

Hvat ræddist tú mest við at blíva ung mamma?
-  Eg hugsaði mest um, hvussu eg skuldi megna uppgávuna. Um eg yvirhøvur fór at klára at passa eitt nýtt menniskja. 

 

Eg hevði nógvar spurningar og ivaðist ofta í mær sjálvari. Um eg fór at verða nóg góð. Tað var púra nýtt fyri meg og at hava ábyrgd føldist stórt. 

 

Brádliga var tað eg, sum skuldi vita, nær sonurin skuldi hava mat, fara í song og fáa nýggju blæðu. Av tí sama ræddist eg ofta, at eg ikki fór at megna uppgávuna. 

 

Tá ið sonurin kom í verðina var eg bangin fyri, at eg fór at gera okkurt skeivt. Men eg lærdi, at sum ung mamma veit man ikki alt. Tað kemur við tíðini, óansæð aldur. 

 

Fólk hugsa ofta, at lívið endar, tá ið man fær barn ungur. Men eg føli, at mítt lív akkurát er byrjað.

 

Hvussu hevur tú tað í dag?
- Stutt og greitt kann eg siga, at eg havi tað gott. Eg føddi ein frískan son, sum er 8 mðr. í dag. 

 

Hann er tað besta, sum er hent mær, og eg kundi ikki fingið størri gávu. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. november
Vikuskiftið 9 nov 2024
183319
Fríggjadag 8. november
RagnarRokk:Neal Morse um No Hill For A Climber
183242
Fríggjadag 8. november
Góðan morgun Føroyar
183285
Fríggjadag 8. november
Morgunlestur fríggjadagur 8. november 2024
183014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. november
Veðrið
183323
Fríggjadag 8. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183283
Hósdag 7. november
Fólksins rødd - um kommunuvalið (2:4)
183254
Mikudag 6. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
183221
Mikudag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183172