Royna at sannføra Trump um ikki at gera avtalu við Putin

Royna at sannføra Trump um ikki at gera avtalu við Putin
Evropeiskir leiðarar hava í dag talgildan fund undan toppfundinum millum ameirkanska og russiska forsetan
Friedrich Merz, samveldiskanslari, á fundi í Hvítu húsunum stut eftir, at hann hevði tikið við sum kanslari. Nú roynir Merz at sannføra Donald Trump, forseta, um ikki at gera avtalu við russiska forsetan, Vladimir Putin, um Ukraina.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.08.2025 - 08:09

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, hevur boðað evropeisku stjórnarleiðarunum á skundfund ídag fyri at umrøða komandi toppfundin millum Trump og Putin.

Við á fundinum, sum verður hildin talgildur, verður eisini amerikanski forsetin, Donald Trump.

Sambært altjóða tíðindastovum fara evropeisku leiðararnir at royna at sannføra amerikanska forsetan um ikki at gera nakra avtalu við Putin á fundinum fríggjadagin. 

Nógv lond í Evropa stúra fyri, at Trump kann fara at gera avtalu við Putin um at enda kríggið, uttan at taka Ukraina og restina av Evropa við uppá ráð.

Við á talgilda toppfundinum seinnapartin verður eisini ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj. 

 

Hittast í Anchorange

Amerikanska herstøðin, Joint Base Elmendorf-Richardson, verður karmur um toppfundin millum Donald Trump og Vladimir Putin fríggjadagin.

Herstøðin liggur í norðara parti av størsta býnum í Alaska, Anchorage. Tað verður, sambært CNN, mett at vera tryggasta staðið at halda toppfundin.

Roknað verður við, at Putin flýgur beinleiðis við flogfari úr Russlandi til Anchorage fyri at hitta Trump.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162