Kanna møgulekan fyri bergholi í Havn

Kanna møgulekan fyri bergholi í Havn
Nú skal kannast, um til ber at gera berghol millum Villingardalsvegin og Hotel Føroyar i Havn
 
25.02.2021 - 08:09

Tórshavnar býráð skal í kvøld taka støðu til eitt uppskot um forkanningar í tí sambandi. Bergholið verður 1.300 metrar langt. Forkanningarnar í berginum eru mettar at kosta 800.000 krónur.

Arbeiðið verður boðið út millum tær tvær fyritøkurnar í Føroyum, sum sambært Tórshavnar kommunu kunnu gera hesar kanningarnar.

Tær eru Kristian Stórhamar í Trongisvági og Grevstur MS, sum Martin Sivertsen í Norðdepil hevur. Meirilutin í Teknisku nevnd og meirilutin í Fíggjarnevndini mæla býráðnum til at samtykkja uppskotið um forkanningar.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672