Semingsstovnurin komin upp í samráðingarnar

Semingsstovnurin komin upp í samráðingarnar
Skipara- og navigatørfelagið varðar av havnunum í Fuglafirði, Runavíkar Havn og Tvøroyri
Semingsmenninir eru komnir upp í sáttmálatrætuna millum Skipara- og navigatørfelagið og KAF um havnarumsjónarfólk og havnarmeistarar
 
05.03.2021 - 08:56

Semingsstovnurin er komin upp í samráðingarnar millum Skipara- og navigatørfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelag um havnarumsjónarfólk og havnarmeistarar. 

Krøvini vórðu handað 2.desember í fjør.

Tveir samráðingarfundir hava verið.

Skipara- og navigatørfelagið varðar av havnunum í Fuglafirði, Runavíkar Havn og Tvøroyri. 

Felagið kann ikki góðtaka, at tey, sum samráðast eftir, at korona kom, fáa minni lønarhækking enn, tey samráddust, áðrenn korona koma.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858