Breddin: Samherji og siglingin hjá Smyrli

Breddin: Samherji og siglingin hjá Smyrli
Tvey evni eru í Breddanum í dag
Jóhannes Stefansson, sum varskógvaði um gøluna í sambandi við virksemi hjá Samherja í Namibia
 
10.03.2021 - 15:55

Íslendska felagið, Samherji, hevur brúkt føroyska smápartafelagið, Tindhólm, til ólógligt virksemi í Namibia, sigur varskógvarin, Jóhannes Stefansson

Men hvussu kann FAS-skipanin brúkast til ólógligt virksemi í einum øðrum landi? 

Og hvørjar skyldur hevur ein nevndarformaður at hava eftirlit við virkseminum í einum felagi?

Hesir spurningarnir verða reistir í Breddanum í dag.

Í sendingini verður eisini farið ein túr við Smyrli, har spurt verður, um Smyril í framtíðini heldur skal sigla av Gomlurætt enn av Havnini?

Spurningurin er vorðin viðkomandi, eftir at Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, nevndi møguleikan fyri netmiðilinum, in.fo, í farna mánaði.

Breddin í útvarpinum klokkan 17.05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232