Klaksvíkar kommuna í Talgildu Føroyum

Klaksvíkar kommuna í Talgildu Føroyum
Hvannasunds kommuna hevur eisini gjørt líknandi avtalu, og nú fevnir kommunala samstarvið í Talgildu Føroyum um 45.000 fólk
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, skrivaðu í dag undir avtalu um Talgildu Føroyar
 
12.03.2021 - 15:23

Klaksvík er nú eisini partur av Talgildu Føroyum.

Í dag skrivaðu Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, undir avtalu um Talgildu Føroyar.

Hvannasunds kommuna hevur eisini gjørt avtalu av sama slag.

Klaksvíkar kommuna og Hvannasunds kommuna rinda tilsamans tvær milliónir og 780.000 krónur fyri at vera við.

Frammanundan eru 16 kommunur í Talgildu Føroyum.

45.000 fólk

Gott 5.300 fólk búgva í Klaksvíkar kommunu og 400 fólk í Hvannasunds kommunu. Nú fevnir kommunala samstarvið við Talgildu Føroyar um tilsamans 45.000 fólk.

Samleikin og Vangin vórðu tikin í nýtslu í oktober í fjør. 14.000 fólk hava skrásett sær Samleikan, og kunnu brúka tænasturnar hjá teimum sjey veitarunum, sum er á Vanganum í løtuni.

Fíggjarmálaráðið sigur, at harumframt hava fleiri fyritøkur og stovnar áhuga at nýta loysnirnar til egnar tænastur. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485