Fólk í Sandoy og Suðuroy eta oftast grind

Fólk í Sandoy og Suðuroy eta oftast grind
Fimm ferðir so nógv fólk í teimum sunnaru økjunum í landinum siga seg eta grind regluliga enn fólk í Havn gera tað
 
14.03.2021 - 16:04

Býrt tú í Sandoynni ella í Suðuroynni, so eru nógv størri sannlíkindi fyri at tú etur grind regluliga, enn um tú býrt í høvuðsstaðnum. Tað er ein av niðurstøðunum í nýggjari kanning, Fólkaheilsuráðið hevur gjørt.

Í Sandoy og Suðuroy siga 31 prosent av teimum spurdu, at tey eta grind minst einaferð um mánaðin. Hinvegin, so siga bara seks prosent av teimum spurdu í Havn, at tey eta grind minst einaferð um mánaðin.

Í Vágoy er talið 17,1 prosent, í Eysturoy er talið 9,7 prosent og í Norðoyggjum siga 8,9 prosent av teimum spurdu í kanningini um matvanar, at tey eta grind minst einaferð um mánaðin.

Næstan ein triðingur, 32,3 prosent, av teimum spurdu siga, at tey sjáldan ella ongantíð eta grind. Tilsamans 2.750 fólk svaraðu spurninginum hjá Fólkaheilsuráðnum um, hvussu ofta tey eta grind.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952