Kærustovnurin skal hava sjálvstøðugan myndugleika

Kærustovnurin skal hava sjálvstøðugan myndugleika
Átta kærunevndir og tríggjar avgerðarnevndir skulu leggjast niður. Landsstýrið hevur gjørt eitt lógaruppskot um Føroya kærustovn
Landsstýrið ætlar at broyta skipanina fyri Kærustovnin. Eitt uppskot er sent til hoyringar
 
25.03.2021 - 09:55

Ein kærustovnur skal stovnast og virka sum sjálvstøðugur myndugleiki.

Átta kærunevndir og tríggjar avgerðarnevndir skulu leggjast niður. Kærustovnurin er skrivstova hjá teimum.

Landsstýrið hevur gjørt eitt lógaruppskot um Føroya kærustovn.

Tað er farið til hoyringar.

Heimildirnar hjá teimum 11 nevndunum skulu flytast til Kærustovnin. Tær fyrstu nevndirnar verða, sambært uppskotinum, tiknar av 1.januar næsta ár, tann seinasta 1.januar í 2024.

Skotið verður eisini upp at finna aðra skipan fyri Fjølmiðlanevndina.

Arbeiða skjótari

Landsstýrið sigur, at kærurnar verða skjótari avgreiddar enn nú, tá Kærustovnurin gerst sjálvstøðugur myndugleiki.

Ein arbeiðsbólkur gjørdi í fjør eitt drúgvt álit um Kærustovnin.

Har var niðurstøðan, at fyrimunirnir við at halda fram við Kærustovninum eftir verandi leisti eru færri enn vansarnir.

Eitt høvuðstilmæli hjá bólkinum var júst at flyta allar 11 nevndirnar, sum Kærustovnurin í dag er skrivstova hjá, inn í sjálvan Kærustovnin. 

Føroya kærustovnur byrjaði í 1998.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101