Skotland-Føroyar: Jákup fyrstu ferð frá byrjan

Skotland-Føroyar: Jákup fyrstu ferð frá byrjan
Jákup Andreasen byrjar inni á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð, meðan Gunnar Vatnhamar er fluttur aftur í miðverjuna, har hann avloysir Heina Vatnsdal
Jákup B. Andreasen byrjar inni móti Skotlandi
Mynd: FSF  
 
31.03.2021 - 18:11

KÍ-miðvallarin, Jákup B. Andreasen, sum kom inn í seinna hálvleiki móti Eysturríki, byrjar inni á landsliðnum fyri fyrstu ferð í dystinum móti Skotlandi í kvøld.

Hann spælir mitt á miðjuni undir liðini á Halli Hansson.

Gunnar Vatnhamar er fluttur aftur í miðverjuna, og Heini Vatnsdal fer út á bonkin at sita. Annars er liðið tað sama, sum byrjaði móti Eysturríki.

Føroyska byrjanaruppstillingin:

Gunnar Nielsen

Viljormur Davidsen
Sonni Ragnar Nattestad
Gunnar Vatnhamar
Gilli Rólantsson

Brandur Hendriksson Olsen
Jákup B. Andreasen
Hallur Hansson (L.)
Sølvi Vatnhamar

Jóan Símun Edmundsson
Meinhard Olsen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Guðstænasta
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672