Lóg sum ger fjarskifti til trygdarpolitikk á veg

Lóg sum ger fjarskifti til trygdarpolitikk á veg
Lógin, sum tengir saman fjarskifti og trygd, hevur fingið fyrstu viðgerð í fólkatinginum og er nú í verjunevndini hjá tinginum
Nógvar stjórnir í vesturheiminum ræðast Huawei.
 
02.04.2021 - 12:05

Lógin, sum tengir saman fjarskifti og trygd, hevur fingið fyrstu viðgerð í fólkatinginum og er nú í verjunevndini hjá tinginum.

Trine Bramsen, verjumálaráðharri, eigur lógaruppskotið.

Uppskotið hevur elvt til kjak í Føroyum, tí fjarskifti eru yvirtikið málsøki, men tað er trygdin ikki.

Serliga verður stúrt fyri, at Kina sleppur framat fjarskiftinum í danska ríkinum, tí ein hin størsti veitarin, Huawei, er kinesiskur.

Tá fyrsta viðgerð var í fólkatinginum, segði Bruno Elrup í Eindarlistanum, at gott hevði verið, um lógin eisini verður galdandi fyri Føroyar og Grønland, so veitarar ikki kunnu brúka tey bæði londini sum bakdyr til danska marknaðin.

Liselott Blixt í Danska fólkaflokkinum segði, at lógin skal halda ávísum veitarum frá Danmark, Føroyum og Grønlandi.

Verja trygdina

Lógin eitur "lov om leverandørsikkerhed i den kritiske teleinfrastruktur".

Sambært uppskotinum kann Center for Cybersikkerhed seta telefyritøkum forboð fyri at brúka ávisar veitarar.

Tað kann eisini seta forboð fyri at brúka avtalur við veitarar, sum longu eru gjørdar.

Endamálið er at verja trygdina hjá statinum, sigur Verjumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485