Kvinna í rúsevnismálinum latin leys

Kvinna í rúsevnismálinum latin leys
Politiið hevur ikki brúk fyri at hava hana varðhaldsfongslaða longur
Í løtuni eru tilsamans 15 fólk varðhaldsfongslað í Føroyum og Danmark, og so nógv hava helst ongantíð sitið í varðhaldi í senn
 
14.04.2021 - 09:01

Unga kvinnan, sum í mars varð varðhaldsfongslað í fýra vikur, til 13.apríl, varð latin leys 8.apríl.

Politiið hevur ikki brúk fyri at hava hana varðhaldsfongslaða longur, verður sagt haðani.

Kvinnan, sum er yngri enn 20 ár, er tikin í sambandi við stóra rúsevnismálið, sum byrjaði í januar.

15 fólk varðhaldsfongslað

Í løtuni hevur politiið 15 fólk í varðhaldi í Føroyum og í Danmark. Talan er um stóra rúsevnismálið og um onnur mál.

So nógv hava helst ongantíð verið í varðhaldi í senn, sigur Heri Andreassen, leiðari á Kanningardeildini hjá politinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037