Betri Pensjón 8,5 mió. kr. í avlopi

Betri Pensjón 8,5 mió. kr. í avlopi
Felagið ger bara íløgur í feløg, sum taka burðardygd í álvara
Tryggingarinntøkurnar hjá Betri Pensjón í fjør vóru slakar 170 mió. kr.
 
16.04.2021 - 10:56

Betri Pensjón hevði 8,5 miliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør. Betri Pensjón ætlar nú bara at gera íløgur í feløg, sum taka burðardygd í álvara. 

Longu nú er meira enn helvtin av íløgunum, okkurt um 60 prosent, sett í feløg, sum hava burðardygd sum eyðkenni.

Men málið er, at allar íløgurnar um trý til fimm ár skulu stiðja undir grønu kósina, sigur Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón.

Góð útlit

Hann fegnast um, at útlitini fyri 2021 eru góð.

Fyrsti ársfjórðingur í 2021 hevur gingið sera væl, og partabrøvini hava givið góð níggju prosent í avkasti. 

Eginognin hjá Betri Pensjón er 83,8 milliónir krónur. Tryggingarinntøkurnar í fjør vóru slakar 170 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155