Triathlon: Byrjanin til nakað størri

Triathlon: Byrjanin til nakað størri
Tað hevur stóran týdning fyri triathlon í Føroyum, at nýtt felag er stovnað uttanfyri Havnina. Tað sigur Helgi Winther Olsen úr sersambandinum.
26.04.2021 - 21:12

Tað hevur stóran týdning, at nýtt súkklufelag er stovnað uttanfyri Havnina. 

 - Eitt er, at vit fáa nýggja skapandi orku inn í ítróttin og fleiri herðar at bera menningina, men vit fáa eisini eitt nýtt stað at arbeiða útfrá, sigur Helgi Winther Olsen, samskipari í sersambandinum fyri súkkling og triathlon.

Sersambandi hevur eggjað til og hjálpt nýggja felagnum í gongd.

 - Vit hava tosað saman í eini skapandi tilgongd og sagt, hvussu lítið í roynd og veru skal til fyri at hava eitt felag, og onkursvegna hava vit hjálpt teimum at skapa karmarnar, sigur Helgi Winther Olsen.

Sersambandið ætlar, at hetta felagið á Strondum bert verður eitt av fleiri nýggjum feløgum kring landið.

 - Ímynda tær, at tað var eitt í Suðuroy, eitt norðanfyri, kanska eitt á Sandoynni. Vit hava leingi havt súkklukappingina Kring Føroyar og vit hava havt grand prix-kappingar kring landið. Ímynda tær, um lokalfeløg skipaðu fyri hesum kappingunum, sigur samskiparin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558