Leigubústaðir fáa meirvirðisgjaldið aftur

Leigubústaðir fáa meirvirðisgjaldið aftur
Nýggj kunngerð er lýst, og hon fer úr gildi aftur í 2026
Meirvirðisgjaldið skal gjaldast fyrst, men søkjast kann um at fáa tað endurgoldið
 
10.05.2021 - 09:06

Tey, sum byggja ella umbyggja bygningar til leigubústaðir, kunnu fáa alt meirvirðisgjaldið aftur.

Tey skulu gjalda meirvirðisgjald, men kunnu so søkja um at fáa tað endurgoldið.

Kunngerðin, sum sigur, hvussu berast skal at, er lýst og komin í gildi.

Hon fer úr gildi aftur 1.januar 2026.    

Ymsar treytir eru. 

Statsautoriseraður, skrásettur ella løggildur grannskoðari skal góðkenna fíggjarætlan og kostnaðarætlan og staðfesta, hvussu stórt meirvirðisgjaldið er.

Kommunan, har sum bygt verður, skal vátta, at alt er í lagi, millum annað upplýsa, hvussu nógvar bústaðir, fólk í koyristóli kunnu brúka.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025