Bjarki vann fyrsta langteinin á breyt

Bjarki vann fyrsta langteinin á breyt
Í ár verður kappast í langteinum á breyt til stórkappingarnar. Um vikuskiftið vann Bjarki Johannessen, ikki óvæntað, 3000 metra teinin
17.05.2021 - 18:01

Í ár verður kappast í langteinum á breyt í samband við stórkappingarnar í frælsum ítrótti. Tað er 3000, 5000 og 10000 metra renning.

 - Tað hevur ikki verið kappast í tí í nøkur ár, og tað hevur verið eitt ynski frammi frá teimum, sum renna langt, um at fáa tað sum ein part av kappingini aftur, sigur Gunnvá Wardum úr kappingarnevndini hjá Frælsum ítrótti Føroya.

 - Vit eru fleiri mið- og langteinarennarar, sum eru nokkso væl fyri akkurát nú, og tí hava vit spurt um at sleppa at vera við her, og tað er deiligt, at fyriskipararnir tíma tað, sigur Bjarki Johannessen, sum vann sokallaðu vetrarkappingina og helst er sterkasti føroyski rennarin í løtuni.

Toftamaðurin úr Roysninum kappaðist við Jaspur Højgaard og Inga Johannessen, eisini úr Roysninum, og vann sannførandi.

 - Men eg føldi væl, at eg var ikki so væl fyri, men tað er bara at koma upp á hestin aftur og arbeiða víðari, sigur hann. 

Onnur og triðja stórkappingin vera ávíkavist 29. mai og 19. juni.  29. mai verður 5000 metra teinurin á skránni og 19. juni verður kappast á 10.000 metrum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115