Nýggj gransking: COVID-19 ávirkar reisingina

bannari
Nýggj gransking: COVID-19 ávirkar reisingina
Kanning vísir, at menn, ið hava havt koronu hava trupulleikar við reisingini
 
21.05.2021 - 10:00

Nýggj gransking við lærda háskúlan í Róm vísir, at samanhangur er millum sinarfelli (impotens) og koronu.

Kanningin vísir, at menn, sum hava havt COVID-19, eru í seks ferðir størri vanda fyri at fáa trupulleikar enn teir menn, sum ikki hava havt sjúkuna.

Orsøkin er, at COVID-19 hevur ringa ávirkan á blóðæðrarnar, og júst vælvirkandi blóðæðrar eru avgerandi fyri reisingina, siga granskarar.

Granskarar við lærda háskúlan í Miami hava eygleitt sama trupulleika, og teirra kanningar vísa, at SARS-COV-2 er funnið í skapninginum á monnum, ið hava havt koronu, heilar átta mánaðir eftir smittuna.

Granskararnir siga, at eftirfylgirnar við reisingini kunnu bæði vera varandi og fyribils.

Kelda: illvid.dk

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655