Royndi at smugla trý kilo av hassji

Royndi at smugla trý kilo av hassji
Ein maður, sum er útlendingur, varð í gjár dømdur hálvt ár í fongsul
 
02.06.2021 - 05:35

Ein maður í 20-unum varð í Føroya rætti í gjár dømdur seks mánaðar fongsulsrevsing fyri at royna at smugla trý kilo av hassji til Føroya. Maðurin skal eisini gjalda sakarmálskostnaðin.  

Maðurin, sum er útlendingur, kom til Føroya við Norrönu úr Hirtshals mánamorgunin, hevði hassjið í einum vørubili. Men tollararnir funnu hassjið. Maðurin játtaði seg treytaleyst sekan. Hann er ikki revsaður áður.

Stóra nøgdin av rúsevnum, og lutfalsliga professionelli mátin at smugla rúsevnini  og at ætlanin var at selja tey víðari, ger, at grundarlag er ikki fyri treytaðari revsing. Maðurin skal tí inn at sita dómin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775