Tveir sekir í hashmálinum - ein fríkendur

Tveir sekir í hashmálinum - ein fríkendur
Menninir vórðu ákærdir fyri at royna at innflyta 12,7 kilo og næstan eitt kilo av amfetamini inn í landið.
 
16.06.2021 - 19:26

Tveir av teimum trimum monnunum, sum vórðu ákærdir í stóra hashmálinum, vórðu í kvøld funnir sekir í ákærunum. Tann triði maðurin varð fríkendur. 

Menninir vórðu ákærdir fyri at royna at innflyta 12,7 kilo av hashi til Føroya, og fyri at royna at innflyta næstan eitt kilo av amfetamini inn í landið.

Báðar royndirnar miseydnaðust, tí tollvaldið í Íslandi fann tey 12,7 kiloni av hashi, sum skuldu úr Íslandi til Føroya, og tollarar í Havn funnu amfetaminið, ið var í einum bili, sum kom við Norrønu.

Annar maðurin varð funnin sekur í at hava havt ætlanir um at innflyta hashið til Føroya, og hin fyri at hava ætlað at innflyta amfetaminið til Føroya.

 

Ákærdir í øðrum málum

Tveir av monnunum vórðu eisini ákærdir í fleiri øðrum málum.

Tann eini varð funnin sekur í øllum ákærunum, sum vóru seks í tali, og hin varð funnin sekur í teimum flestu av 10 ákærum.

Triði maðurin varð ákærdur fyri at vera við til at royna at innflyta amfetaminið til Føroya, men tað varð hann fríkendur fyri.

Maðurin hevur verið leysur síðani málið byrjaði í november í fjør, tá eisini landsrætturin staðfesti avgerðina hjá Føroya rætti, um at lata mannin leysan, hóast ákæruvaldið var ímóti.

 

Umrøða tók sjey tímar

Tað tók teimum 12 nevningunum meir enn sjey tímar at umrøða málið, áðrenn niðurstøðan var greið.

Tað verður rættarfundur aftur í morgin.

Tá skulu nevningarnir saman við dómaranum taka avgerð um, hvørja revsing teir báðir menninir skulu hava.

Ákæruvaldið krevur minst fýra ára fongsulsrevsing, og í slíkum førum er vanligt við nevningatingi,

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523