Rói Mørk Hentze til B68

Rói Mørk Hentze til B68
B68 styrkir seg eisini til seinnu hálvu av kappingini, nú felagið hevur gjørt sáttmála við Róa Mørk Hentze um at verja málið tað, sum er eftir av árinum
Øssur Hansen, venjari há B68, og Rói Mørk Hentze, sum skal verja B68-málið tað, ið er eftir av árinum
Mynd: B68 á Facebook  
 
12.07.2021 - 11:18

Stríðið um at umganga niðurflyting úr bestu fótbóltsdeildini er líka hart sum stríðið um at vinna meistaraheitið og at enda á teimum gyltu evropacup-plássunum. 

Í gjár kunngjørdi TB, at liðið hevði skrivað sáttmála við áleyparan Filip Djordjevic, sum flytir úr ÍF til TB. 

Og beint í hølunum á TB kundi B68 kunngera, at liðið hevur fingið Róa Mørk Hentze úr B36 at verja málið tað, ið er eftir at kappingini. 

Rói Mørk Hentze hevur, sambæt Faroesoccer.com, spælt 33 dystir í bestu deildini og átta Europa League-dystir. Harumframt er Rói Mørk Hentze skrásettur fyri 14 U-landsdystir fyri Føroyar.  

 

Støðan í Betri Deildin menn 

(Kelda: Faroesoccer.com

 
 
1
 
15
13
2
0
59
4
+55
41
2
 
14
9
4
1
32
13
+19
31
3
 
14
9
3
2
43
9
+34
30
4
 
15
8
3
4
30
22
+8
27
5
 
14
6
6
2
26
14
+12
24
6
 
13
3
3
7
12
24
-12
12
7
 
14
3
2
9
16
39
-23
11
8
 
14
3
2
9
17
47
-30
11
9
 
14
1
3
10
16
45
-29
6
10
 
13
0
2
11
6
40
-34
2

Nr. 1 = UEFA Champions League
Nr. 2 = UEFA Conference League
Nr. 3 = UEFA Conference League
Nr. 9 = Niðurflyting *
Nr. 10 = Niðurflyting

Steypavinnarin = UEFA Conference League
Verður steypavinnarin onkur av teimum trimum fremstu liðunum, so sleppur nr. 4 við í Conference League. 

* Nr. 9 leikar upp- og niðurflytingardyst móti næstbest plaseraða liðnum í 1. deild, sum kann flyta upp, um liðið ikki er millum trý tey fremstu, tó ikki nr. 9 og 10 í 1. deild.

Um javnt er í stigum í avgerandi plaseringum, er reglan hendan:
1) Uppmøtingin til dystir
2) Samlaða málúrtøkan
3) Flest skotin mál
4) Umdystur á uttanveltaðum vølli

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083