Trý skip hjá Varðanum standa til at missa loyvið í eina viku

Trý skip hjá Varðanum standa til at missa loyvið í eina viku
Tummas T, Gøtunes og Tróndur í Gøtu kunnu missa loyvi at umskipa fisk sínámillum á makrelfeltinum, tí skipini hava tikið og latið makrel í altjóða sjógvi uttan loyvi
Gøtunes og Finnur Fríði skipa veiðu millum sín á makrelfeltinum
Mynd: Bárður Michaelsen  
 
13.07.2021 - 09:48

Trý uppsjóvarskip hjá Varðanum, Tummas T, Gøtunes og Tróndur í Gøtu, hava fingið ætlanarskriv frá Vørn um, at skipini missa loyvið at taka og lata makrel í føroyskum sjógvi í eina viku.

Tey skulu koma við viðmerkingum um tað í seinasta lagi á døgurða í dag. 

Hetta stigið tekur Vørn, tí skipini hava skipað makrel millum skipini í altjóða sjógvi uttan at biðja um loyvi.

Tey gjørdu tað eisini tvær ferðir, eftir at Vørn gjørdi vart við seg.

Skipini hava fingið 150.000 kr. hvørt í sektaruppskoti.

Fyrst fingu tey 75.000 kr. Men tá tey ikki lótust um vón og hildu fram, eftir at Vørn gjørdi vart við seg, fingu tey 75.000 kr. afturat.

 

Byrjaði í føroyskum sjógvi

Málið byrjaði fyri einum mánaði síðan, tá Finnur Fríði tók móti makreli frá Gøtunesi og Tróndi í Gøtu.

Hetta var í føroyskum sjógvi, men skipini høvdu ikki biðið um loyvi.

Øll trý skipini fingu 130.000 kr. í sektaruppskoti. Finnur Fríði góðtók, men tað gjørdi Gøtunes ikki, so tað málið er farið til fútan.

Gøtunes og Tróndur í Gøtu fingu sektaruppskot fyri at lata øðrum skipi makrel uttan loyvi og fyri at geva skeiva veiðufráboðan.

 

KRINGVARPIÐ VAR VIÐ Á TÚRINUM, TÁ FINNUR FRÍÐI VARÐ TIKIN FYRI AT TAKA ÍMÓTI MAKRELI FRÁ GØTUNESI. SÍ REPORTASJUNA FRÁ FYRSTA MAKRELTÚRINUM. 

20210617_KAPPFISKINGIN_UM_MAKRELIN

Fingu loyvi 2. juli

2. juli fingu uppsjóvarskipini loyvi frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lata og taka fisk frá øðrum skipum, men hetta loyvið var bara galdandi í føroyskum sjógvi. Ikki altjóða sjógvi. 

Tá skipini so 7. juli boðaðu frá, at tey tóku og lótu makrel í altjóða sjógvi, er úrslitið, at tey hava fingið ætlanarskriv um, at tey missa loyvið at taka og lata makrel í føroyskum sjógvi í eina viku. 

 

Greinin er dagførd, tí upprunaliga stóð, at Finnur Fríði var eitt av skipunum, sum stendur til at missa loyvið í eina viku. Tað var ikki rætt. Tað er Tummas T, ið er triðja skipið. Haldið okkum til góðar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Týsdag 30. apríl
Morgunlestur týsdagur 30. apríl 2024
174290
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270