Premier League-spælari undir illgruna fyri ágang móti børnum

Premier League-spælari undir illgruna fyri ágang móti børnum
Ein 31 ára gamal fótbóltsspælarin, sum spælir í Premier League, varð handtikin fríggjadagin, men er leyslatin móti veðhaldi. Tað skrivar BBC
 
20.07.2021 - 10:29

BBC skrivar í dag á heimasíðuni, at ein Premier League-spælari varð handtikin, tí hann er undir illgruna, fyri ágang móti børnum. 

Talan skal vera um ein 31 ára gamlan mann, sum enn ikki er navngivin, ið varð handtikin fríggjadagin av løgregluni í Greater Manchester. 

Fráboðanin frá Greater Manchester-løgregluni ljóðaði: "Officers arrested a 31-year-old man on Friday 16 July 2021 on suspicion of child sex offences. He is on police bail pending further enquiries."

Spælarin er leyslatin móti veðhaldi, men skal vera tøkur til fleiri avhoyringar og kanningar. 

Fleiri bretskir miðlar skriva, at felagið hjá leikaranum hevur váttað, at viðkomandi er leikabannaður av felagnum, og at felagið stuðlar myndugleikunum í kanningararbeiðinum. Annars hevur felagið ikki fleiri viðmerkingar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572