Fíggjarmálaráðið: Misskiljingar gjørdu, at umsóknin kom ov seint

Fíggjarmálaráðið: Misskiljingar gjørdu, at umsóknin kom ov seint
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um undangóðkenningina av Fámjinstunlinum
Støðan við undangóðkenningini hevur við sær, at Fámjinstunnilin verður seinkaður.
Mynd: Landsverk  
 
17.08.2021 - 14:55

Fíggjarmálaráðið heldur, at byggifelagið J&K Petersen kunnaði seg ikki nóg væl um nýggju tíðarfreistirnar fyri undangóðkenningini at bjóða upp á arbeiðið at gera berghol til Fámjins, og tí hevur fyritøkan latið umsóknina ov seint inn.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um undangóðkenningina í sambandi við Fámjinstunnilin.

Hinvegin hevur nýggja freistin, sum Landsverk ásetti, elvt til misskiljingar, og tað hevur víst seg at vera ein beinleiðis orsøk til, at J&K Petersen læt umsóknina ov seint inn.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Høgna Hoydal, løgtingsmann, sum hevur spurt um málið.

J&K kærdi

J&K Petersen kærdi málið til Fíggjarmálaráðið, og ráðið hevur viðgjørt kæruna sambært vanligum fyrisitingarligum mannagongdum. Í hesum sambandi er Landsverk, sum partur av kæruviðgerðini, hoyrt, og Landsverk hevur ikki mælt til at úseta málið. 

Fíggjarmálaráðið heldur, at talan er um eina tíðarfreist, sum ikki er lógarásett, tí málið snýr seg um eina undangóðkenning, ið ikki er fevnd av lógini um útbjóðing.

LV nærmast at bera váðan

Jørgen Niclasen sigur, at niðurstøðan hjá Fíggjarmálaráðnum er, at Landsverk er nærmast at bera váðan fyri støðuna, sum er íkomin.

Avgerðin hjá Landsverki er ógildað, og Fíggjarmálaráðið hevur heitt á Landsverk um at áseta nýggja tíðarfreist, har Landsverk heitir á fyritøkur um at verða góðkendar av nýggjum í sambandi við Fámjinstunnilin. 

Høgni Hoydal, løgtingsmaður, spurdi Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um Fámjinstunnilin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Fríggjadag 5. juni
Morgunlestur fríggjadagur 5.juni 2026
208844
Hósdag 4. juni
RagnarRokk 4.juni 2026
208850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233