Eldur í trimum húsum á Stykkinum í gjárkvøldið

Eldur í trimum húsum á Stykkinum í gjárkvøldið
Ongin fólkaskaði var, tá eldur var í trimum húsum á Stykkinum. Løgreglan arbeiðir útfrá, at eldurin varð ásettur.
 
26.09.2021 - 15:31

Tað eru vitni, ið hava greitt løgregluni frá, at eldarnir vórðu ásettir, og vitni hava eisini sagt, júst hvørji fólk talan skal vera um. Politiið veit ikki at siga, um eldurin er ásettur í øllum trimum húsum, ella um eldurin hevur breitt seg víðari frá einum húsi. 

Nøkur fólk eru handtikin í málinum, men hesi eru enn ikki avhoyrd. Løgreglan roynir fyrst at fáa greiðu á júst hvat er hent, sambært vitnum.

Kringvarpið hevur tosað við grannar á Stykkinum, sum vilja vera ónevndir. Teir siga, at eldurin kyknaði um tíggju-ellivu tíðina í gjárkvøldið. Síðan kom sløkkiliðið á staðið, og eldurin varð sløktur. 

Sambært grannunum er talan um tvey vanlig sethús og eitt summarhús, og tað eru tríggir ymsir eigarar. 

Tað var nógvur vindur í gjár, og tey vit hava tosað við hildu, at hetta møguliga kann hava ávirkað, hvussu eldurin breiddi seg.

Løgreglan kannar eisini eitt harðskapsmál. Eitt fólk ringdi inn á politistøðina um hálvgum sekstíðina í morgun, og greiddi frá, at hann varð blivin skallaður niðri í býnum í Havn. Løgreglan hevur enn ikki fingið fatur á fólkinum, sum skal hava framt harðskapin, men politiið hevur fingið fleiri ábendingar um, hvønn talan kann vera um.

Síðan er eisini eitt mál um brúksstuldur. Tað málið snýr seg um, at ein hýruvognur skal hava verið tikin niðri í Steinatúni í nátt.

Løgreglan veit ikki at siga, um samanhangur er ímillum øll hesi málini, men hetta verður gjølla kannað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815